Halda skýming á Oyrabakka

Halda skýming á Oyrabakka


Í annaðkvøld, mikukvøldið klokkan 19.00, verður Skýmingarhald á Sunda bókasavni á Oyrarbakka í sambandi viå, at norðurlendska bókasavnsvika er í hesum døgum um kvinnur í Norðurlondum.

Eyð Matras, sjónleikari, fer at les brot úr gitnu skaldsøguni um Kristin Lavransdóttir hjá norska rithøvundanum Sigrid Undset. Somuleiðis fer Oddvør Johansen, sum hevur skrivað fleiri bøkur, at greiða frá sínum ritverki. Oddvør fekk Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens í 2002. At enda fer Vígdis Fjallstein at syngja.