Halda seg hava givið nógv eftir fyri at sleppa undan verkfalli

Lønarhækkingin var tann sama, sum onnur hava fingið, men so var ymiskt annað við eisini

Vit halda, at vit hava givið okkum so langt sum til ber fyri at sleppa undan verkfalli. Tað sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagi í eini viðmerking, nú samráðingarnar við pedagogarnar slitnaðu seinnapartin í gjár.

 

Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava samráðst um nýggjan sáttmála, men tað bar ikki á mál og tí varð semingsmaðurin boðsendur. Men nú hevur eisini hann kastað frá sær, tí hann legði eitt semingsuppskot fyri partarnar í fyrrakvøldið, men í gjár boðaðu pedagogarnir frá, at teir vrakaðu uppskotið. Sostatt er vandi fyri, at pedagogarnir fara í verkfall, men teir gjørdu greitt í gjár, fyribils verður einki verkfall tí tey vóna framvegis at ein ein loysn kann finnast.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tey góðtóku semingsuppskotið og tey eru eisini av teirri sannføring, at tey hava givið seg so langt sum tey kunnu fyri at sleppa undan verkfallið.

 

Tey siga, at eftir semingsuppskotinum skuldu pedagogarnir fáa somu lønarhækking sum onnur hava fingið og tað var ein lønarhækking, sum hevði komið øllum til góðar, bæði námsfrøðingum, hjálparfólkum, námsfrøðiligum atstøðingum, og øðrum.

 

Men samstundis arbeiddu tey eisini við at orða eina avtalu um at geva pedagogum tíð til annað arbeiði. Í hesum sambandi var ætlanin at gera eina avtalu um at kanna um sáttmálin gevur leiðarum hóskandi umstøður at leggja tað pedagogiska arbeiðið til rættis, og at eftirmeta tað pedagogiska arbeiðið.

 

Somuleiðis varð serligur dentur lagdur á at skapa tryggari setanarviðurskifti fyri hjálparfólk á dagstovnaøkinum fyri at bøta um trivnaðin og fyri at fáa støðug viðurskifti á stovnunum, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Pedagogfelagið sigur, at semingsuppskotið varð vrakað tí at tað ikki loysir stóru trupulleikarnar við starvsfólkatrotinum á námsfrøðiliga økinum.

 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur at nú hendan semingsroyndin miseydnaðiast, gera teir ikki meiri við málið, og teir taka ikki samráðingarnar upp aftur fyrrenn boð verða eftir teimum aftur – men so skulu partarnir eisini hava nakað ítøkiligt og nýtt at samráðast um.

 

Myndin er tilvildarlig