Seint seinnapartin fann danska løgreglan partar av líki í Dronninglund Storskov, og mett verður, at talan er um saknaðu Miu Skadhauge Stevn.
Leitað hevur verið av øllum alvi eftir 22 ára gomlu Miu, ið seinast var sædd sunnumorgunin, tá hon kl 06.09 fór inn í ein myrkan bil.
- Vit bíða nú eftir rættarlæknafrøðiligu- og teknisku kanningarúrslitunum, ið skulu avdúka deyðsorsøkina, sigur Frank Olsen frá løgregluni í Norðirjútlandi.
Hann heitir eisini á fólk í økinum, ið halda seg vita okkurt, um at venda sær til løgregluna.
Tveir mans, 36 ára gamlir, eru ákærdir fyri morð í málinum um horvnu Miu Skadhauge Stevn.
Tann eini er í fangahúsi, meðan hin varð leyslatin eftir grundlógaravhoyring seinnapartin, upplýsir Ritzau tíðindastovan.
Les eisini : in.fo - fyrst og fremst