Vísindafólk halda seg hava funnið eitt stórt vatn á Saturn-mánanum Titan. Hetta stendur at les aí tíðarritinum Journal Nature, sum kemur út í dag, skrivar AP. Vísindafólkini siga, at vatnið er fult av metangassi.
Tey, sum halda seg hava funnið vatnið á Titan, hava brúkt myndir, sum altjóða rúmdarfarið Cassius tók av Saturn og Titan í 2005.
Hildið verður, at vatnið á Titan er umleið 2.400 ferkilometrar stórt.