Halda seg hava funnið nazi-gull vestan fyri Føroyar

Bretski skattaveiðimenn halda seg hava funnið stóran gullskatt í íslendskum sjógvi

Bretska felagið Advanced Marine Service hevur funnið ein virðiskassa, sum felagið roknar við inniheldur gull hjá nazistunum. Virðiskassin var umborð á skipinum SS Minden, sum sakk tíðliga í seinna heimsbardaga í 1939. Umborð á skipinum var gull frá suðuramerikanskum bankum og onnur virði.

The Daily Mail og aðrir bretskir miðlar skriva, at bretar nú hava søkt íslendsku myndugleikarnar um loyvi at bora hol á skipið og fáa fatur á virðiskassanum, so tey kunnu kanna innihaldið.

Hildið verður, at gullið kann vera vert góðar 800 milliónir krónur.

SS Minden sakk nakað sunnan fyri Ísland ikki so langt frá føroyska sjómarkinum.