Halda nú fram at koppseta fyri koronu

Í annaðkvøld kemur ein stór sending av koppingarevni til Føroya

Aftur í annaðkvøld kemur ein stór sending av koronu til Føroyar. Tummas í Garði, limur í koppingarbólkinum, sigur, at talan er um 6.500 – 6.800 skamtar, sum koma í morgin, alt eftir, hvussu nógv tað eydnast at fáa úr hvørjum glasi.

 

So verður klárt at koppseta hósdagin og ætlanin er, at einir 3.000 skamtir skulu brúkast til at geva fólki, sum eru koppsett einafer, ta seinnu sproytuna. Men samstundis eru tað eisini nøkur túsund fólk í aldursbólkinum frá 45 árum, og upp eftir, sum ikki lukkaðust at fáa tíð seinast.

 

Men tann fyrsta dagin verða tað fólk, sum eru í serligum vandabólki, sum kunnu bíleggja tíð og dagin eftir kunnu so øll hini, sum eiga tørn, bíleggja tíð.

 

Annars liggur tað nú í kortunum, at nú skuldi eisini farast undir at koppseta tey yngru, samstundis sum at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur mælt til, at koppingarbólkurin eisini tekur útisiglarar upp í part at verða koppsettir nú.

 

Tummas í Garði sigur, at koppingarbólkurin arbeiðir við eini ætlan fyri, hvussu hetta skal fara framm at fáa tey yngru upp í, umframt útisiglarr, og føroyingar, sum annars arbeiða uttanlands. Men tey eru ikki komin á mál við tí enn og tí fær hann heldur einki sagt um mannagongduna enn.