Halda nú uppat við samráðingarroyndum

Kreppu-og Gíslasamráðingartænastan (KGF) hjá norsku løgregluni tekur seg nú aftur sum ráðgevi hjá Tom Hagen og familju hansara. Orsøkin er, at mótparturin eftir øllum at døma er horvin.

 

 

Tann ella tey, sum stóðu aftan fyri brotsgerðina, tá norska ríkmanskonan, 69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018, hava ikki latið hoyra frá sær í meira enn eitt hálvt ár. Seinastu boðini, sum familjan hevur fingið, komu hin 8. juli í fjør. Síðan hevur verið lemjandi tøgn.

Nú hevur so norska løgreglan gjørt av, at tørvur ikki longur er á stuðli frá Kreppu-og Gíslasamráðingartænastuni (KGF), sum er ein almenn hjálpartænasta hjá løgregluni til familjur í slíkum støðum, sum Hagen-familjan hevur verið í - heilt síðan, Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

- Tað er eingin dramatikkur í hesum, men ein náttúrlig avleiðing av, at hugsandi mótparturin yvir eina longri tíð ikki hevur víst vilja til veruligar samráðingar. KGF tekur nú sín leiklut í málinum aftur, men kann venda aftur, um tørvur skuldi verið á hjálp í málinum, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við VG.

Longu sama dag, sum Tom Hagen, miljarderur og maður, Anne-Elsabeth Hagen, vendi sær til løgregluna, tá kona hansara var horvin úr heiminum í Lørenskog, setti løgreglan seg í samband við KGF, Kreppu-og Gíslasamráðingartænastuna, um stuðul og ráð.

Norska blaðið VG hevur fingið upplýst, at KGF hava havt nógv við Tom Hagen og familju hansara at gera, síðan konan hvarv. KGF hava verið góð í ráðum, tá ræður um hugsandi mótpartin, sum annars eingin veit nakað um. Familjan hevur fleiri ferðir skift orð við KGF, bæði á fundum og í telefonini gjøgnum alt 2019.

Kreppu-og Gíslasamráðingartænastan hevur havt samráðingarfólk, sum burtur av hava havt ábyrgd av hesum partinum av málinum og sum hava hjálpt og vegleitt Tom Hagen og familju hansara hesa tíðina. KGF hava ikki verið partur av sjálvum kanningararbeiðnum, men tey hava arbeitt leys av løgregluni sum í hesum tíðarskeiði hevur roynt at loyst gátuføra málið.

KGF var eisini partur av málinum, tá Tom Hagen gjørdi av at gjalda hugsandi mótpartinum meira enn 10 miljónir norskar krónur í kjalarvørrinum av einum telduposti frá mótpartinum hin 8. juli í fjør. KGF mælti tá Tom Hagen frá at flyta pengarnar, men hann gjørdi tað kortini.

Herfyri varð Anne-Elisabeth Hagen skrásett sum dripin í árligu hagtølunum hjá norsku kriminalløgregluni, Kripos. Tað merkir tó ikki, at løgreglan ikki framvegis arbeiðir við at royna at loysa gátuna um, hvar Anne-Elisabeth Hagen er, men vónirnar um at finna hana aftur á lívi eftir so langa tíð eru ógvuliga smáar.

##med2##