5.-7. oktober verður lega fyri familjum við tilflytarabakgrund hildin í Nesvík. Hon er tann fyrsta av sínum slagi í landinum. Fyriskiparar eru Reyði Krossur Føroya og Útlendingastovan.
Endamálið við leguni er, at familjur við tilflytarabakgrund fáa høvi at hitta onnur, sum eru flutt til landið fyri at festa búgv í longri tíð. Á tiltakinum verða hugni og løtan saman sett í miðdepil. Skráin fevnir m.a. um søgur úr ymiskum sjónarhornum frá tilflytarum, verkstovur um t.d. tað lítla føroyska samfelagið og ta nýggju vitanina um tvímæli, gongutúrar, kvøldseta við tónleiki frá Signar í Homrum, og ein stuttlig barnaskrá fyri allar aldursbólkar, sum Angela, Vár og Eir úr VEIA standa fyri. Nám og umboð frá Útlendingastovuni vera tilstaðar fyri at svara spurningum, um onkur skuldi verið.
Ein vermamma ella -pápi, granni ella eitt vinfólk eru vælkomin at luttaka saman við familjuni.
Reyði Krossur arbeiðir við at fremja vinalag og altjóða fatan millum fólk tvørtur um landamørk. Tey hava m.a. tikið stig til Sambinding, og tey fara í næstum at skipa familjunetverk, har tilflytarar kunnu fáa samband við føroyingar.
Og so taka vit líka hendan stubban á enskum eisini:
An event for people with immigrant backgrounds will be held in Nesvík from the 5th to the 7th of October. This event is the first one of its kind in The Faroe Islands. It is organized by The Faroese Red Cross in cooperation with The Immigration Office (Útlendingastovan).
The event facilitates a cozy and inspiring environment for meetings between families, where one or both spouses have an immigrant background. The program is tailored to be relevant and beneficial to families with immigrant backgrounds, and it includes talks by individuals with immigrant backgrounds on their life in the islands, workshops on topics such as the small Faroese society and what it means to have more than one language at home, beginner-friendly hikes, a musical performance by Signar í Homrum and a fun program for children of all ages arranged by Angela, Vár og Eir from the theatre group VEIA. Representatives from Nám and The Immigration Office will be available during the weekend to answer possible inquiries.
A mother/father-in-law, neighbour or friend of the family is welcome to join.
The Red Cross works to support friendships and a global understanding between different peoples. They have e.g. organized Sambinding, and in the near future, they will establish family networks, where people with immigrant backgrounds can be put in contact with Faroese families.