Halda jólagudstænastu í Oslo

13. desember klokkan 15 verður skipað fyri føroyskari jólagudstænastu í ensku kirkjuni í Oslo, Skt. Edmund Church. Hon liggur á Møllergaten 30, nær við Youngstorgið. Gudstænastan verður skipað sum ein vanlig føroysk jólagudstænasta við kendum jólasálmum, prædiku yvir jólaevangeliið og framførsla av sangi. Í ár verður tað føroyska operasangarinnan Elsa Súsanna Dalsgaard, ið býr í Oslo, sum kemur at syngja móti endanum av gudstænastuni.

Eftir gudstænastuna verður høvi til sosiala samveru, tá farið verður niður í kirkjukjallarin, har kaffi, saft, kakur og annað verður at fáa.

Og sum skilst, kann tað eisini hugsast, at onkur heilt serligur persónur kemur við onkrum pakkum til børnini.