Norska Gry Vebenstad Rybråten er í hesum døgum í feriu í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at hon vitjar landið og kennir ongan, ið býr her. Hóast tað, so hevur hon lagt merki til, at tað eru nógv fólk, ið heilsa uppá hana.
- Fólk hava verið sera vinarliga og heilsa uppá meg í heilum. Eg kenni ongan her í Føroyum, so eg væntaði, at tað mundi vera, tí eg líktist onkrum øðrum. Tað var serliga í bilrøðini til Smyril, at fólk vóru sera blíð, nikkaðu til mín og smíltust, segði Gry, tá in.fo tosaði við hana fyrr í dag.
Tað var ikki fyrr enn í dag, at hon fann útav, at fólk halda at hon líkist einum av okkara fólkavaldu politikarum.
- Eg fekk svar uppá tað í dag, tá okkara ferðaleiðari spurdi hvaðani eg var frá. Tá hann hoyrdi, at eg ikki var føroyingur, vísti hann mær eina mynd av Rigmor Dam á Facebook. Tað vísir seg, at fólk halda at eg og hon líkjast. Tað er bara stuttligt.
Gry Vebenstad Rybråten hevur longu verið nakrar dagar í Føroyum, og er væl nøgd við feriuna.
- Hetta er eitt fantastiskt og flott land. Fólkið her er vinarligt, og vit hugna okkum sera nógv, sigur Gry Vebenstad Rybråten at enda.










