Halda fram at leita

Leitingin eftir Pidda, sum eftir nýggjum upplýsingum varð uppaftur tikin í gjár inni á Nesi, heldur fram í dag.

Men Hildur Hentze, varakriminalovasti, vil ikki siga annað enn at leitingin heldur fram.

Sum skilst er tað á einum øki í Neshaga, har vindmyllurnar standa, at leita verður við hundum. Einki verður upplýst um, hvørjar nýggju upplýsingarnar eru, ella hvar tær stava frá.

Tað er tó einki at ivast í, at hesar upplýsingar eru av slíkum slag, at politiið tekur tær í størsta álvara. Men kortini verða sum nevnt hildin tætt at kroppinum.

- Vit upplýsa, tá tað er nakað at upplýsa um, sigur Hildur Hentze, varakriminalovasti.