Halda fast við traditiónirnar

Meðan tíðin tykist fara við flestu traditiónunum, halda dalbingar fast við føstulávints mánadag

Dalur er eftirhondini millum fáu bygdirnar í Føroyum, sum enn halda fast við traditiónina at sláa tunnu føstulávints mánadag. So at siga alla aðra staðni er hetta flutt til leygardag ella enntá fríggjadag undan føstulávint.

- Her sláa vit enn tunnu mánadag. Byrjað verður klokkan 15, tá børnini sláa tunnu. Síðani verður so farið inn í Eiriksgarð, har tey sláa pottar ella kasta bóltar eftir borðiskum, alt eftir nú hvat liggur fyri hondini, greiðir Helga Poulsen frá.

Seinni – einaferð um 17-tíðina – fara tey vaksnu so at sláa tunnu, og tað eru bæði menn og kvinnur, sum halda seg framat.

Vanligt er, at kattakongurin verður borin heim til hús, har hann bjóða eitthvørt leskiligt.

Ikki altíð gongst sum ætlað, og einaferð føstulávint var, og tunna sum vanligt varð sligin, varð tað eitt konufólk, sum gjørdist kattakongur. Traditiónin skuldu jú fylgjast, og hendan konan mátti bjóða heim.

Men ólukkutíð, so visti hon einki, hvat maðurin goymdi tað váta slagið, og mannfólkið í bygdini vildi ikki út aftur, fyrr enn teir høvdu fingið upp í nevið.

Har var einki annað at gera hjá konuni, enn at ringja umborð til mannin, sum var til skips, at vita, hvar hann hevði brennivínsgoymsluna. Hetta var í teirri tíðini, tá ongar fartelefonir ella so frægt sum ein VHF’ur var til taks, so alt tosið fór fram um Tórshavnar Radio, sum hvørt mansbarn í Føroyum hoyrdi og lurtaði eftir.

Hóast søgan ikki sigur nakað um tað, so mátti hesin maðurin uttan iva finna sær eina nýggja goymslu til tað váta slagið.

 

Dansa føstuna inn

- Konufólkið í bygdini matger til kvøldið, onkur syrgir fyri smyrjibreyði, onkur annar fyri køkum soleiðis, at øll koma við sínum. So hittast øll, børn og vaksin, at hugsa sær við mati og drekka, tá tunnusláingin og blíðskapurin hjá kattakonginum er fingin frá hondini, sigur Helga Poulsen.

- Um 20-tíðina verður so farið upp á gólv at dansa føstuna inn, og hildið verður á nakað út á kvøldið, siga tær báðar Helga Poulsen og Sannelena Nolsøe, sum riggaðu til mikudagin, tá Sosialurin vitjaði.

Hildið verður kortini ikki fast við allar síður av traditiónunum.

- Fyrr var tað vanligt, at dalbingar fóru mannsterkir til Skálavíkar at dansa føstulávints mánakvøld, men soleiðis er ikki longur. Tann parturin av traditiónini er fallin burtur. Og nú sláa sandingar fyri fyrstu ferð tunnu leygardag, so nú ber heldur ikki til hjá ungfólkinum at fara hagar, tá liðugt er í Dali, siga tær báðar.

So mánakvøldið verður aftur í ár tunnusláttur í Dali, ein av fáu – og kanska einastu – bygdunum í Føroyum. Har halda tey nevniliga fast við traditiónirnar.