Halda føroyska stevnu í Lyngby

Leygardagin verður føroyskur dagur í Lyngby í Danmark við ymsum tiltøkum á skránni

Leygardagin verður føroyskur dagur í Lyngby í Danmark við ymsum tiltøkum á skránni


Útisetatiltak

Næsti leygardagur verður stórur Føroyadagur í Danmark.
Tað verður í Lyngby, at hesin dagurin verður hildin undir heitinum ?Færødag på Lyngby Sø?
Og tá ið stevnan er á Lyngbyvatni, er skiligt, at tjóðarítróttur okkara, róður, verður ein partur av tiltakinum.
Tey, sum fara at rógva og sigla á stevnuni, eru nøkur av teimum, sum vóru við í norðurlendsku róðrar- og mentanarstevnuni á Tvøroyri í summar. Felagið Tvørabáturin fer ast rógva, umframt Neystið í Ishøj og SAS roklubben úr Kastrup.
Á landi fara Húsaorkestrið úr Keypmannahavn og føroyskar kvøðarar úr Hvidovre at framføra kórsang og føroyskan dans.
Harafturat verður listaframsýning, har Randi Martin av Tvøroyri og Tórhild Tólfson úr Vestmanna fara at sýna málningar fram.
Og tað verður Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum fer at seta stevnuna.
Sjálv stevnan verður hildin hjá Lyngby Dameroklub á Christian Winthersvej 24, sum hevur tikið stig til stevnuna, saman við Ólavi á Heygum
Lyngby Dameroklub var við á stevnuni á Tvøroyri og tey lata sera væl at í Føroyum, tí tey halda bæði, at føroyingar vóru avbera blíðir og at stevnan var sera væl fyrireikað.


MYNDATEKSTUR AV RóÐRI

Leygardagin fara tey at rógva við føroyskum bátum á Lyngby Sø í Danmark