Tjóðveldisflokkurin vil hava eina greiða støðu til polistiku málini í dagsins samfelag.
Tí ætlar flokkurin at dagføra setvnumið síni, sum hann vanliga dagførir við jøvnum millum
Tjóðveldisflokkurin hevur orðað eitt uppskot til dagførdu stevnumiðini, sum varð viðgjørt á flokstinginum um vikuskiftið. Men flokkurin heldur, at eitt tílíkt álvarsmál eigur at fáa álvarsama og gjølliga viðgerð. Tí samtykti flokstingið leygardagin, at eitt eyka floksting skal haldast 26. mai at viðgera og samtykkja nýggja stevnumiðini.
Limirnir í Tjóðveldisflokkinum halda, at tað ikki bert skal vera fullveldismálið, ið eyðkennir flokkin. Flokkurin skal eisini seta dagsskránna, tá tað um onnur samfelagsmál ræður. Millum annað hevur verið upp á tal, at tað skal standa í stevnumiðum Tjóðveldisfloksins, at landsjørðin ikki skal privatiserast.
26. mai er dagurin, tá ætlaða fólkaatkvøðan um sjálvstýrisleist skuldi haldast.