Maðurin, sum løgreglan í Keypmannahavn skeyt á Nørrebro í morgun, er maðurin, sum framdi báðar yvirgangsatsóknirnar.
Tað heldur løgreglan í øllum førum. Nógvar kanningar skulu sum vera man gerast í málinum, tí enn sigur løgreglan, at talan er um eina hyptotesu.
Løgreglan hevði illgruna til mannin, og tey høvdu millum annað tosað við ein hýruvognsførara, sum hevði koyrt mannin til adressuna.
Tað var tá løgreglan rópti á mannin, at hann fór at skjóta eftir løgregluni. Eingin løgreglumaður varð raktur, men maðurin, um verður hildin at vera yvirgangsmaðurin, doyði.