Halda altjóða súkkludagin í Vági

Fríggjadagin 2. juni verður súkkluátak í Vági í samband við altjóða súkkludagin.

 

Leygardagin 3. juni er altjóða súkkludagur. Í samband við dagin, so verður Vágs skúli karmur um súkkluátak. Fríggjadagin 2. juni heitir skúlin og kommunan á næmingar um at súkla í skúla, og foreldur eru vælkomin at súkla við børnunum. Súkklurnar skulu nevniliga brúkast hendan skúladagin.

 

Í skúlanum kemur løgreglan á vitjan, har tey greiða frá hvussu ein súkklar í ferðsluni. Aftaná sleppa næmingarnir at royna súkklubreytina hjá skúlanum, sum verður sett á skúlalagnum. Vágs Kommuna bjóðar næmingunum sunkist og frukt í samband við átakið.

 

Kommunan heitir á bilførarar um at ansað eftir børnunum í ferðsluni. Súkkluátakið er liður í ABC fyri sálarliga heilsu hjá Vágs Kommunu, har kommunan arbeiðir við heilsufremjan hjá borgarum.

 

ABC boðskapurin er; ver virkin, ver saman og ver hugbundin, skrivar Vágs kommuna.