Í dag eru 40 ár síðani fyrsta skúladag í Norðskála-Oyrar skúla Fyrradagin, 1. septembur, vóru 40 ár liðin, síðani Norðskála-Oyrar skúli var vígdur, og í dag eru 40 ár síðani tann fyrsta skúladagin í skúlanum.
Mánadagin fingu tey, sum stukku inn á gólvið, kaffi og køkur, og í dag er øðrvísi skúladagur. Dagurin byrjaði kl. 8 í gomlu skúlunum við Norðskála og á Oyri, og haðani varð gingið í skrúðgongu til skúlan, har dagurin verður hátíðarhildin við røðum, sangi, spølum og drekkamunni, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Seinni í heyst verður kvøldseta at hátíðarhalda dagarnar.