Hald lagt á hash fyri 650.000 krónur

- Seinastu 10 dagarnar hevur Tollvaldið saman við politinum lagt hald á 2,6 kilo av hashi, sigur Jón Klein Olsen.

Seinastu 10 dagarnar hevur Tollvaldið saman við politinum lagt hald á 2,6 kilo av hashi, sum hevur eitt søluvirðið á svarta marknaðinum í Føroyum á tilsamans í minsta lagi 650.000 krónur.

 

Leygardagin tann 26. mars 2016 klokkan 20.35 (páskaaftan) varð ein 60 ára gamal maður handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann royndi at smugla tvey kilo av hashi, sum hann goymdi í viðførinum. Maðurin varð varðhaldsfongslaður 27. marts (1. páskadag) til 20. apríl, meðan nærri kanningar fara fram í málinum.

 

- Í morgun klokkan 05.35 varð ein 33 ára gamal maður handtikin umborð á Norrønu, har hann royndi at smugla 600 gram av hashi, sum hann goymdi í viðførinum. Klokkan 10.30 varð so eisini ein 22 ára gamal maður handtikin í miðbýnum í Havn, tí hann var eigari av hashinum.

 

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at báðir menninir viðgingu seg sekar og vórðu tíðliga seinnapartin í Føroya Rætti dømdir tveir mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing hvør.