Í kvøld var føroyingauppgerð í donsku steypakappingini í hondbólti.
Leivur Mortensen, Brandur Halgirsson og hinir í Ajax úr næstbestu deildini tóku móti Hákun West av Teigum og liðfeløgunum í Skanderborg-Århus, ið leika í bestu deildini.
Skanderborg-Århus vann ein tryggan 36-28 sigur. Í steðginum var Skanderborg-Århus greitt á odda 20-12, og tað eydnaðist at halda munin í seinna hálvleiki.
Hákun skoraði trý mál fyri Skanderborg-Århus. Leivur Mortensen skoraði tvey mál, og Brandur Halgirsson skoraði eitt mál fyri Ajax.
Landskappingarnar í bestu og í næstbestu deildini í Danmark byrja í komandi viku.