Hákun og liðfelagarnir vunnu fyrsta sigurin hetta kappingarárið

Skanderborg Århus fekk lyft seg úr botninum við sigri á útivølli í kvøld

Aftaná bert eitt stig í fýra teimum fyrstu dystunum eydnaðist tað í kvøld Hákuni West á Teigum og liðfeløgunum í Skanderborg Århus at vinna fyrsta sigurin á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Skanderborg Århus vann á útivølli 27-24 á Kolding. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 13-10. 

 

Hákun West á Teigum gjørdi sítt við at skora fýra mál.

 

Skanderborg Århus hevur trý stig aftaná fimm teir fyrstu dystirnar í deildini hetta kappingarárið.

 

Fríggjakvøldið 30. september spælir Skanderborg Århus heimadyst móti Nordsjællandi.