Hákun West av Teigum hevur fingið enn eina viðurkenning fyri eitt gott kappingarár við Skanderborg Århus í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Aftaná hvørt umfar velja hondbóltsserfrøðingar vikuliðið, og er Hákun millum teir kosnu hesaferð fyri avrikini í 22. umfari í kappingini.
##med2##
Í morgin klokkan 15.10 taka Hákun og liðfelagarnir móti Bjerringbro/Silkeborg í fjórðseinasta umfarinum í grundspælinum. Megnar Skanderborg Århus at fáa stig í morgin er luttøkan í endaspælinum tryggjað.