Haki landar í Klaksvík

Haki kom um vikuskiftið heim við sløkum 700 tonsum undan Eysturgrønlandi. Størsti parturin av veiðini er rundfrystur toskur, men nakað av kongafiski hava teir eisini

Haki hevur verið til fiskiskap í 75 dagar, og Ólavur Djurhuus hevur verið skipari. Nú verður skipið landað í Norðhavnini í Ánunum.

Tað hevur eisini gingið væl hjá Gadus, sum hevur fiskið í góðar fýra vikur í Barentshavinum og hevur nú 680 tons. Síðsta túr hevði hann 720 tons, tí verður roknað við, at Gadus verður í Norðhavnini seint komandi vikuskiftið ella fyrst í komandi viku ? Siglingin liggur um fimm dagar. Brandur Joensen er skipari.