Tey verða sligin, eyðmýkt, vanrøkt og kynsliga misbrúkt. Tað er gerandisdagurin hjá nógvum børnum í Danmark, men sum myndugleikarnir ongantíð fáa kunnleika til. Tað er tann dapra niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing. Har stendur, at av hvørjum barnaárgangi eru 5,6 prosent fyri likamligum ágangi frá foreldrunum. Tað vil siga, at í meðal hevur ein næmingur í hvørjum skúlaflokki verið fyri likamligum ágangi heima við hús.
Granskarin Mogens Christoffersen, sum hevur gjørt kanningina, sigur við danskar fjølmiðlar, at myndugleikarnir vita bara um fimm prosent av tilburðunum, har børn eru fyri ágangi ella misbrúki. Hini vita myndugleikarnir einki um, og tey verða tí ikki skrásett, so tey kunnu fáa hjálp.
Mogens Christoffersen sigur, at fleiri av teimum, sum eru fyri ágangi ella misbrúki sum børn, fáa seinni hug at taka lívið av sær. Harafturat er strongd munandi meiri vanlig ímillum hesi enn onnur.