Tann ella tey, sum burturfluttu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, lótu eftir sær eitt langt bræv við 12 samskiftiskotum – ella loynitølum, sum høvdu ávísan týdning. Norska heimasíðan VG kundi í gjár avdúka hesi áður ókendu loynitøl, og hvat tey merkja.
”Tá vit síggja, at tú ert álítandi við gjalding, vilja vit fara væl um hana og fyrireika okkum til at leyslata hana”. Hesi vóru boðini, sum maðurin og miljarderurin, Tom Hagen, fekk í brævinum frá tí - ella teimum - sum hugsandi burturfluttu Anne-Elisabeth Hagen úr heiminum hjá familjuni í Lørenskog hin 31. oktober í 2018.
Tá Tom Hagen kom úr arbeiði tíðliga seinnapartin hendan seinasta dagin í oktober og sá, at konan var horvin, og at eitt hóttanarbræv var komið at liggja í heiminum, vendi hann sær eini trý korter seinni - ella stutt eftir klokkan 14 - til løgregluna. Tom Hagen bað um hjálp og segði, at kona hansara var rænd av fremmandum ránarum.
Tom Hagen fortaldi eisini, at eitt bræv skrivað á hálvbrotnum norskum við peningakravi og deyðshóttan lá eftir í húsunum. Í brævinum varð hótt við, at kona hansara fór at verða dripin, um hann ikki betalti níggju miljónir evrur í loysigjaldi. Pengarnir skuldu flytast í kryptovaluta’ini, monero.
VG sigur seg nú vita, at í brævinum vóru 12 serstakar kotur, sum allar høvdu hvør sín týdning, og tað kundu bara vera mótparturin og tey, sum høvdu sæð brævið, ið kundu skilja og lesa hesar kotur.
Við atliti til kanningararbeiðið hjá løgregluni í royndini at loysa gátuna hevur VG valt ikki at umrøða ymisku ítøkiligu bitcoin-upphæddirnar (krónutølini), sum tískil í greinini í VG vera umrøddar sum ”x bitcoin”.
Í útgangsstøðinum vóru hesar seks niðanfyri nevndu kotu-fráboðaninar einasti máti, sum familjan kundi samskifta við mótpartin eftir:
X Bitcoin = Eg vátti, at eg vil gjalda.
X Bitcoin = Eg havi sent pening til ”exchange” og bíði eftir at fáa monero.
X Bitcoin = Eg sendi monero (fyrst) um sjey dagar.
X Bitcoin = Eg havi trupulleikar, havi brúk fyri meira tíð.
X Bitcoin = Eg havi sent partar av monero, bíði eftir meira.
X Bitcoin = Eg havi sent alt, E 9 miljónir.
Mótparturin kundi á hinari síðuni samskifta við familjuna á henda hátt, eisini við seks kotu-fráboðanum:
X Bitcoin = Ringa tíð, skjótt ella fer hon at doyggja.
X Bitcoin = Ov long tíð, hon er deyð.
X Bitcoin = Løgreglan leitar runt. Ikki vert fyri okkum. Hon er deyð.
X Bitcoin = Havi ikki fingið monero. Send til røttu adressu.
X Bitcoin = Havi ikki fingið allar monero.
X Bitcoin = Havi fingið allar monero. Anne Elisabeth sleppur leys næstu 24 tímarnar.
Norska løgreglan váttaði tíðliga í málinum, at samband fleiri ferðir var millum familjuna og mótpartin um kotaðu bitcoin-fráboðaninar. Men, hesin samskiftisháttur varð umrøddur sum ikki brúkiligur í víðari samráðingum. Tí var týdningarmikið fyri bæði løgregluna og familjuna at fáa hugsandi mótpartin at fara yvir til annan samskiftispall.
Síðan var samráðingarpallurin broyttur frá bitcoin til krypteraðar teldupostar.
Hin 27. januar í 2018 fekk familjan ein krypteraðan teldupost frá hugsandi mótpartinum, og 8. juli í fjør fekk familjan eitt nýtt peningakrav - eisini í krypteraðum telduposti. Telduposturin í juli førdi til, at Tom Hagen betalti stívliga 10 miljónir norskar krónur til mótpartin. Men, eftir hin 8. juli hevur einki samband verið við hugsandi mótpartin.
Í hóttanarbrævinum fær Tom Hagen boð um at stovna sína egnu kryptovalutakonto í monero á einum ávísum netstaði, og hann verður eisini biðin um at samla monero fyri at kunna gjalda kravið um loysigjald. Fyri at umgast órógv á marknaðinum skuldi hann ikki ”handla” við meira enn einari miljón evrum um dagin.
- Uppsetingin av kryptovaluta í hóttanarbrævinum hevur vakt stóran ans innan løgregluna, og uppsetingin er umrødd sum heilt serstøk, eisini á heimsplani, veit VG at siga.
Løgreglan skuldi jú sambært hugsandi mótpartinum ikki blandast upp í hetta mál, og tí er tað eisini familjan, sum hevur gjørt valini kring samráðingarnar, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við VG.
Hóast dramatisku orðini í hóttanarbrævinum, heldur norska løgreglan tað kortini vera sannlíkt, at brævið er fiktivt ella uppspunnið – og skrivað fyri at skapa eina mynd av, at Anne-Elisabeth Hagen er vorðin rænd.
Norska løgreglan hevur eisini langt síðan broytt sítt høvuðsástøði – frá at vera rán av einum menniskja við fíggjarligum endamálið til, at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, er dripin.
##med2##