Norska løgreglan ger í dag og í morgin nýggjar kanningar við húsini hjá horvnu norsku ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen.
Tað upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi. Lagt verður aftrat, at løgreglan fer at brúka hund til at leita eftir møguligum lutum og sporum kring húsini hjá Hagen-familjuni í Lørenskog.
Norska løgreglan heitir eisini á fólk í nærumhvørvinum um at hava eyguni við lutum, sum møguliga kunnu koma undan kavi, nú kavin í økinum bráðnar.
Tað var hin 31. oktober í fjør, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, meðan maður hennara var til arbeiðis. Tá hann kom aftur úr arbeiði, var konan horvin.
Sambært norsku løgregluni lá eitt bræv í húsunum við kravi um loysigjald á níggju miljónir evrur, og her var eisini ein hóttan um, at familjan ikki skuldi blanda løgregluna uppí málið.
Seinasta lívtekin til Anne-Elisabeth Hagen er ein telefonsamrøða, hon hevði við onkran í familjuni sama morgun, sum hon hvarv. Sambært løgregluni var hetta klokkan 09.14.
Síðan hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til hina 69 ára gomlu, og heilt síðan í endanum av januar í ár hevur heldur einki verið at hoyrt til møguligu ránararnar.
Løgregluovastin, Tommy Brøske, hevur sagt, at tað ikki er óhugsandi, at málið um horvnu ríkmanskonuna kann gerast eitt drápsmál.