Tað eru nú farnir seks dagar, síðan norska løgreglan eftirlýsti mannin á hesi myndini. Í samband við eftirlýsingina almannakunngjørdi løgreglan nakrar vakmyndaupptøkur, sum vísa mannin ferðast ymsastaðni í Lørenskog, har ríkmanskonan hvarv hin 31. oktober í 2018. Vakmyndaupptøkurnar eru nevniliga frá hesum sama morgni.
Løgreglan sigur seg ikki hava nakrar ábendingar um, at maðurin hevur nakað við Anne-Elisabeth Hagen at gera, men tey ynskja at koma í samband við mannin - í fyrsta lagi sum møguligt vitni, tá hann er sæddur á fleiri vakmyndaupptøkum í umhvørvinum henda morgunin, tá ein brotsgerð er framd ímóti norsku ríkmanskonuni.
Við einari hettu á høvdinum nærkaðist maðurin á onkrum upptøkum Sloraveien í Lørenskog, har Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, búðu. Løgreglan sigur, at maðurin er sæddur á vakmyndaupptøkum í einari tíð henda morgunin, sum fyri løgregluna er ógvuliga viðkomandi í kanningararbeiðnum.
Løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, sigur við Dagbladet, at tey hava fingið nógv tipp um, hvør maðurin kann vera, síðan tey almannakunngjørdu upptøkurnar og eftirlýstu mannin á upptøkunum.
- Vit hava fingið 40 tipp um, hvør maðurin á upptøkunum kann vera, og hesi tipp verða nú leypandi kannað, men higartil hevur ikki eydnast okkum at eyðmerkja mannin. Men, vit eru framhaldandi áhugað í at fáa fleiri tipp um, hvør maðurin møguliga er, sigur hann.
Í síðstu viku boðaði ein maður løgregluni frá, at hettumaðurin á upptøkunum kundi verið hann sjálvur, men neyvari kanningar vístu, at soleiðis var ikki. Á vakmyndunum steðgar maðurin einaferð við tvey ruskíløt, áðrenn hann gongur víðari móti Langvannet, sum er vatnið beint undir húsunum hjá ríkmanshjúnunum.
Løgreglan heldur, at maðurin á vakmyndaupptøkunum saktans kann sita við upplýsingum í málinum, tó at hann ikki er greiður yvir tað sjálvur. - Maðurin á upptøkunum er í einum umhvørvi eitt ávíst tíðarskeiði, sum vit halda vera ógvuliga viðkomandi fyri kanningararbeiðið, sigur løgregluadvokaturin.
Haris Hrenovica leggur aftrat, at nøkur av tippunum, sum løgreglan hevur fingið eftir almannakunngerðingina av vakmyndaupptøkunum, snúgva seg um navngivnar persónar, sum fólk hava peikað á eftir at hava sæð upptøkurnar.
Maður Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin, Tom Hagen, er framvegis skuldsettur í málinum, og løgreglan heldur, at hann antin er sekur í drápi - ella viðvirkan til dráp - av konu síni. Tom Hagen var til arbeiðis henda morgunin, tá kona hansara hvarv. Tá konan ikki svaraði telefonini, gjørdist hann órógvaður og koyrdi heim tíðliga seinnapartin.
Tá Tom Hagen kom heim, hevði hann ringt átta ferðir til konu sína. Heima við hús var eingin kona, men í heiminum lá eitt bræv, sum segði, at konan var rænd. Skuldi hann fáa konu sína aftur á lívi, skuldi hann rinda níggju miljónir evrur í loysigjaldi. Í brævinum stóð eisini, at um hann boðaði løgregluni frá, var lívið hjá Anne-Elisabeth Hagen í vanda.
Tá miljarderurin hevði leitað runt í húsinum í ein hálvan tíma ella so, vendi hann sær kortini til løgregluna og fortaldi, hvat var hent. Í tíggju vikur arbeiddi løgreglan við málinum í loyndum, tí tey stúrdu fyri lívinum hjá konuni, um ránararnir funnu út av, at løgreglan var uppi í málinum. Í januar í 2019 valdu løgreglan tó at biðja almenningin um hjálp.
Nú heldur løgreglan, at tað er Tom Hagen, sum stendur aftan fyri brotsgerðina móti konuni, og tey halda eisini, at konan er dripin, og síðan er líkið flutt burtur. Hagen-hjúnini eiga trý børn, og Tom Hagen sjálvur eigur eini tíggju systkin. Eingin teirra dugir at ímynda sær, at miljarderurin hevur nakað við málið at gera, og sjálvur noktar hann seg sekan.










