Aftur hesa vikuna ger norska løgreglan nýggjar kanningar við húsini í Lørenskog, har Anne-Elisabeth Hagen hvarv hin 31. oktober í fjør, og nú verður enn einaferð leitað í einum vatni, sum liggur tætt við húsini, har Hagen-familjan býr.
Hetta er ein nýggj leiting í tí, sum rópt verður Langvannet - og í Vesletjern, har ikki hevur verið leitað áður. Alt hetta verður gjørt í royndini at finna svarið upp á, hvat er hent hini 69 ára gomlu ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen.
Nú leitað verður í hesum báðum vøtnunum, hevur norska kriminalløgreglan leitað sær hjálp úr Svøríki. Við norska blaðið VG sigur svenski hundaførarin á staðnum, at hundurin, sum leitað verður við, er vandur til at leita í vatni.
Báturin, sum brúktur verður, er eisini komin úr Svøríki. Løgreglufólkini, sum VG hevur skift orð við á staðnum, siga ikki nógv. Men, hin eini svenski hundaførarin váttar, at bæði hann og hundurin vóru við, tá leitað varð eftir líkinum av Kim Wall í 2017.
Hundurin, sum tá var orsøkin til, at allir líkpartarnir av Kim Wall vórðu funnir aftur í Oyrasundi, gjørdist saman við tveimum øðrum sonevndum líkhundum kendur sum "ársins løgregluhundur".
Hundaførarin vil ikki vera nevndur, men váttar, at bæði hann og hundurin vóru við, tá leitað varð eftir líkpørtunum av Kim Wall. Hundurin, sum talan í hesum førinum er um, kallast Cross.
Tá VG spyr, um Cross var ein av hundunum, sum fann líkpartar í Oyrasundi í málinum um Kim Wall og Peter Madsen, svarar hundaførarin játtandi. Cross hevur skjalprógvað, at hann dugir at leita í vatni - og at hann telist millum bestu líkhundar á sínum øki.
- Vit vera her, so leingi, sum vit fáa boð um at vera her. Hvussu leingi tað verður, veit eg ikki, sigur svenski hundaførarin. Vøtnini - ella vatnið og tjørnin - sum leitað verður í, liggja á hvør sínari síðu av ognini hjá Hagen-familjuni, og Langvannet liggur heilt upp at ognini.
Norska løgreglan hevur eisini gjørt nýggjar kanningar á ognini hjá hjúnunum, Anne-Elisabeth og manninum og miljarderinum, Tom Hagen. Løgregluovastin, Tommy Brøske, upplýsir fyri VG, at nýggju kanningarnar á ognini fara at vara í nakrar dagar.
- Hetta eru ætlaðar kanningar, sum nú verða gjørdar, og kanningarnar verða ikki gjørdar, tí nýggjar upplýsingar eru í málinum um burturblívingina, sigur Tommy Brøske.
Nú er eitt hálvt ár runnið, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvar úr heiminum í Lørenskog hin 31. oktober í fjør, og síðan henda dag hevur eingin hoyrt ella sæð nakað til hennara - og eingin veit, hvar ríkmanskonan er, ei heldur um hon er livandi ella deyð.