Hagen-málið: Hvør er hesin maðurin?

Norska løgreglan vil fegin hava at vita, hvør maðurin á fleiri vakmyndaupptøkum er. Nú biðir løgreglan mannin geva seg til kennar, samstundis sum tey almannakunngera upptøkur.

 

 

Gjáramorgunin eftirlýsti norska løgreglan einum nýggjum vitni í Hagen-málinum, samstundis sum løgreglan legði út vakmyndaupptøkur av manni, sum ferðast í økinum í Lørenskog, har Anne-Elisabeth Hagen búði, til hon sporleyst hvarv hin 31. oktober í 2018.

- Løgreglan hevur higartil ikki megnað at eyðmerkt mannin á vakmyndaupptøkunum. Tí heita vit á mannin sjálvan - ella á fólk, sum halda seg vita, hvør maðurin er - um at seta seg í samband við løgregluna, sigur løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica.

Í tíðindaskrivi sigur norska løgreglan, at maðurin á vakmyndaupptøkunum hevur status sum vitni í málinum. - Vit hava ikki upplýsingar sum siga, at hann hevur nakað við málið at gera. Men, tí vit ikki vita, hvør maðurin er, og tí hann ferðast nær umhvørvinum - og ímóti økinum, har okkara áhugin er - ynskja vit samband við mannin, sigur løgregluadvokaturin.

Maðurin sæst á fleiri vakmyndatólum, og tískil kann løgreglan endurskapa leiðina, hann hevur gingið henda morgunin, tá norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv. Í tíðindaskrivinum vísir løgreglan á, hvørja leið maðurin á vakmyndaupptøkunum gongur, og her verður eitt nú Langvannet nevnt, sum liggur beint undir húsunum hjá hjúnunum, Tom og Anne-Elisabeth Hagen. 

- Upptøkurnar vísa eisini tvær kvinnur, harav onnur koyrir ein barnavogn, og ein annan mann, men vit halda ikki, at aðrir persónar enn hin fyrrnevndu eru viðkomandi fyri kanningararbeiðið, verður lagt aftrat. 

Í kanningararbeiðnum hevur norska løgreglan umleið 6000 tímar við vakmyndaupptøkum, og tað er ein krevjandi uppgáva at fara ígjøgnum alt hetta tilfar - og seta tilfarið í samband við aðrar upplýsingar, sum kunnu vera viðkomandi í málinum. - Arbeiðið verður eisini enn truplari, tá dygdin á upptøkunum er ógvuliga ymisk frá einari upptøku til aðra, sigur løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica.

Løgreglan hevur skuldsett mannin hjá Anne-Elisabeth Hagen, miljarderin, Tom Hagen, fyri at hava ein leiklut í, at kona hansara er horvin. Hann er nevniliga skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, men noktar seg sekan og sigur seg einki hava við málið at gera.

Tom Hagen, sum telist millum ríkastu fólk í Noregi, sat nakrar dagar í varðhaldi, eftir at løgreglan handtók hann á opnari gøtu, tá hann var á veg til arbeiðis, men norska rættarskipanin gjørdi av at leyslata mannin aftur, tí mett varð ikki, at haldgóð prógv eru ímóti honum. Norski lagmannsrætturin helt, at størri sannlíkindi eru fyri, at miljarderurin er ósekur heldur enn sekur. 

Hagen-hjúnini eiga trý børn og fleiri abba-og ommubørn, og sjálvur eigur Tom Hagen eini tíggju systkin. Børnini eru sannførd um, at pápin er ósekur, og tvey av systkjunum hjá miljarderinum hava vegna systkini í sjónvarpssending sagt, at tey á ongan hátt duga at ímynda sær, at maðurin kann hava havt nakran leiklut í, at Anne-Elisabeth Hagen er horvin.

Men, burtur er hon, og tað hevur hon verið heilt síðan seinasta dag í oktober í 2018. Eingin hevur hoyrt frá henni, og hon hevur ikki givið eitt einasta lívstekin alla hesa longu tíð.