Samstundis, sum familjan hjá saknaðu Anne-Elisabeth Hagen bíðar desperat eftir nýggjum sambandi við møguligu ránararnar, seta falsarar seg í samband við familjuna í royndini at gera sær dælt av støðuni, og seinastu tíðina hava falsarar fleiri ferðir vent sær til familjuna, eitt nú um ymiskar miðlar.
- Eg haldi tað vera keðiligt, at tað eru fólk, sum royna at gera sær dælt av støðuni fyri egnan vinning, sigur advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, við VG. Blaðið hevur nevniliga sæð eini rættiliga nýggj boð frá einum av mest ágangandi falsarunum, og boðini vórðu send frá einum krypteraðaðari teldupostadressu til netrásina Medier24 í næst síðstu viku.
Í boðunum verður Hagen-familjan, Svein Holden, advokatur og Tommy Brøske, kanningarleiðari, umrødd og tey, sum senda boðini, bjóða lívsprógv av Anne-Elisabeth Hagen aftur fyri 3000 eindir í monero, ið er sami kryptovaluta, sum kravið um loysigjald upprunaliga varð reist í. Hetta svarar til umleið 1,2 miljónir krónur í norskum gjaldoyra.
Løgreglan heldur, at boðini ikki koma frá einum reellum mótparti. Boðini eru skrivað á enskum og eru undirskrivað við einum eysturevropeiskum navni og sama navni, sum er eitt kent ítróttarnavn í Bulgaria.
- Sama undirskrift er áður brúkt fyri at seta seg í samband Hagen-familjuna, sigur advokaturin, Svein Holden, sum leggur aftrat, at falsarar soleiðis byrjaðu at senda boð miðskeiðis í februar – ella stutt eftir, at kunngjørt varð um seinasta sambandið við hugsandi partin, sum hildið verður eru møguligu ránararnir.
VG hevur eisini spurt kanningarleiðaran hjá løgregluni, Tommy Brøske, um løgreglan veit um, at falsarar hava roynt at gera sær dælt av støðuni hjá Hagen-familjuni.
- Vit vita, at fleiri miðlar hava fingið slík boð seinastu dagarnar. Men, vit hava onga orsøk at trúgva, at hesir teldupostar koma fram frá einum reellum mótparti. Ein orsøk til, at vit siga so, er partvís samanburður við fráboðanir, sum áður eru komnar frá hugsandi mótpartinum. Men, vit kunnu ikki í smálutir siga, hvat vit ítøkiliga sipa til er øðrvísi í hesum boðunum.
Tommy Brøske sigur, at løgreglan tekur slíkar falsarar og royndir at fremja svikagerðir í stórum álvara, eins og løgreglan í hvørjum einstøkum føri metir um, hvørji mál av slíkum slag skulu fylgjast upp og kannast nærri.