Hagafelagið vil fáa hvørmansrættin at galda í Føroyum

Hagafelag Føroya heitir á politikarar um at fáa hvørmansrættin at galda í Føroyum, eins og hann er galdandi í fleiri av okkara grannalondum

– Vit halda ikki tað er rætt, at forðingar og gjøld verða sett á, at vit sum vanligir føroyingar ikki kunnu ganga í vøkru føroysku náttúruni. Vit heita tí á politikararnar at fáa málið um hvørmansrættin við í komandi samgonguskjal, sigur Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelag Føroya.

Í grein i in.fo í gjár skrivaðu vit um, at tað nú eru umleið 10 støð í Føroyum, at fólk mugu rinda fyri at sleppa, og aðrastaðni eru skelti sett upp, at ikki er loyvi at ganga í teimum støðunum.

Les greinina: Gjald fyri at koma í hagan

Hagafelagið vísir á, at verandi lóggáva stavar frá ein aðrari tíð, og at tað avgjørt ikki er rætta gongdin, at bøndur, festarar og onnur hvør í sínum lagi taka gjøld frá fólki fyri at fara í hagan.

 – Vit meina, at tað er ein siðvenja at ganga í haganum, og at tann rættin skulu allir føroyingar hava, sigur Rúna Hjelm. 

##med2##

Hon vísir á, at tað eru nøkur støð í Føroyum, ið eru sera vælumtókt, og har nógv ferðafólk vitja. Umframt tey støðini, ið vórðu nevnd í greinini í gjár, eru millum annað Kallurin á Kalsoynni og Múlafossur í Gásadali.

Hon vísir á, at um góðar gøtur vórðu gjørdar til hesi støðini, umframt vesi og góð parkeringsviðurskifti, so hevði tað loyst ein stóran part av teimum trupulleikunum, ið eru.

Hagafelagið roynir at gera sína ávirkan galdandi politiskt, og hevur longu havt fund við tveir politiskar flokkar, hevur avtalað fund við onkran annan, meðan avtalur eru ikki komnar við hinar flokkarnar enn.

##med3##

– Vit ynskja at møta politikarunum og greiða frá og kunna teimum um støðuna. Vit fara eisini at hava almenna framløgu seinni í mánaðinum, og okkara ynski er, at hvørmansrætturin kemur í eitt komandi samgonguskjal, ella í hvussu er, at føroyingar sleppa frítt at ganga í fjøllunum, sigur Rúna Hjelm.