Súkkling
Hafsteinn kom á mál góðan minutt undan Gunnari Dahl Olsen, sum eisini er næst fremsti súkklarin í kappingini.
Hóast talan bara var um fyrstu veruligu etapuna í kappingini, so líkist sigurin í dag einum avgerandi fyrimuni hjá sterka íslendinginum, sum í samlaðu støðuni er 1 minutt og 38 sekund framman fyri Gunnar Dahl Olsen. Ein tíðarmunur, sum er hampuliga stórur, og sum ber við sær, at íslendingurin nú í nógv størri mun kann hugsa taktiskt á teinunum, sum eftir eru.
Fríggjadagin er tíðarkoyring á Sandi, og har verður Hafsteinn eisini roknaður sum favorittur, og kann hann tí helst leggja nøkur sekund afturat leiðsluni hjá sær.
Leygardagin verður súkklað á Suðuroy, har talan er um 77 strævnar kilometrar, og sunnudagin er tað so Streymoyggin, sum leggur asfalt til kappingina.
Hesturin avgerandi
Fremsti føroyingurin í kappingini er Gunnar Dahl-Olsen, sum er á øðrum plássi. Og skal hann gera nakað við íslendska oddafiskin, skal hetta helst gerast í Suðuroynni. Her gongur leiðin av Tvøroyri suður til Sumbiar, áðrenn leiðin aftur gongur til Vág. Serstakliga verður tað her returferðin um Hestin á Sumbiarleiðini, sum verður avgerandi. Tá verður í tveimum umførum súkklað upp í góðar 400 metrar, og tað er ein brekka, sum veruliga kann skapa mun í feltinum.
Hinvegin, so var Hafsteinn Ægir sterkasti súkklarin, tá farið var um Eiðisskarð hósdagin, og tí eru útlitini hjá Gunnari kanska ikki tey allar bestu.
---
Statoil kring Føroyar, støðan
Vaksin
Nr.NavnTíð
1Hafsteinn Ægir Geirsson3.21,32
2Gunnar Dahl Olsen, Hjalmar Klein 3.23,10
3Kári Brynjólfsson3.24,34
Kvinnur
1Christine McLean2.31,08
2Jenny Wright2.31,44
3Caroline Jane Simpson2.44,10
Unglingar
1Torkil Veyhe2.13,04
2André Tolstoj2.15,41
3Sigmund Olsson2.21,36