Hafnia er sum ein bíligur partrolari

? Eg veit, at tað kann tykjast sera stórt, men um ein hugsar um tað, so er prísurin Hafnia ikki meira enn ein bíligur partrolari, sigur Tummas Justinussen, stjóri í Pf Hvarvið, sum er nýggjur eigari av Hotel Hafnia og júst hevur keypt nýggju partrolararnar Polarhav og Stjørnuna til Leirvíkar

Um nakar í seinastu viku hevði spurt Tummas Justinussen, núverandi eigara av hotel Hafnia í Havn, um hann fór at keypa eitt hotel, hevði svarið verið eitt púra greitt nei. Í dag, eina viku seinni, er tað tó veruleiki, at Tummas ella partafelagið Hvarvið, sum hann er stjóri í og eitt norskt felag, Havila AS, standa sum eigarar av hotellinum, sum brøðurnir Restorff í mong ár hava rikið í høvuðsstaðnum.
? Tað kom sum eitt snarljós av klárum himli, sigur Tummas, tá hann verður spurdur um, hví teir gjørdu av at keypa hesa býarmyndina í Tórshavn.
Hann dugir ikki at greiða frá, júst hvat tað var, sum gjørdi, at avgerðin fall, men nú hon er veruleiki, dylir hann ikki fyri, at tað standa sera avbjóðandi tíðir fyri framman.
Fyri stuttum komu tveir nýggir partrolarar til Leirvíkar, sum Hvarvið eisini hevur keypt. Tummas dylir ikki fyri, at hetta kann tykjast sera nógv, men hann vónar, at teir ikki hava gloypt um ein ov stóran bita.
Keypsprísurin er ikki almennur, men Tummas heldur ikki, at hann var órímuligur ella ov høgur. Hann heldur bara, at eitt keyp av einum heilum hotelli kann tykjast so øgiligt í høvdinum á fólki.
? Keypið av Hafnia kann tykjast stórt. Fólk síggja tað hvønn dag, tá tey spáka eftir Áarvegnum, men um ein veruliga hugsar seg um, so er hotellið sum ein bíligur partrolari, samanber hann og leggur afturat, at prísurin á nýggja Skálaberg til dømis er sum fleiri hotel.

Ikki mr Hafnia
Inntil fyri einari viku síðani fekst Tummas einamest við skip. Og tað fer Tummas eisini framhaldandi at gera, sigur hann.
- Eg verði ikki nakar mr Hafnia, tað er púra sikkurt. Ein leiðsla verður sett at reka Hafnia og ætlanin er ikki, at nakrar umfevnandi broytingar skulu vera, greiðir Tummas frá, sum tó fer at hava sína ávirkan í einari nevnd, sum eisini verður sett. Hendan nevndin verður mannað bæði av føroyingum og útlendingum.
Tummas undirstrikar tó, at framyvir tá hann fer inn á Hafnia, fer tað at ganga fyri seg á sama hátt, sum tað gjørdi, tá Restorff brøðurnir áttu tað.
? Vit fara at gjalda júst, sum vit altíð hava gjørt, slær hann fast.
Spurdur um hann ikki fer at taka onkur skeið í hotelleiðslu og øðrum, svarar Tummas flennandi, at tað verður neyvan seg, fólk koma at síggja við viskustykki á einum skeiði innan hotelvinnuna.
? Nei, nei, vit fara ikki at stýra hotellið. Tað hevði verið skammligt, sigur hann.
Stjórin á hotellinum er ikki endaliga settur enn, so tí vil Tummas ikki siga nakað um tað. Men hann vil tó siga so mikið sum, at tey hava funnið hóskandi fólk, og hann væntar, at leiðslusetanin á hotellinum verður avgreidd heilt skjótt.
Annars leggur hann dent á, at eigaraskiftið skal órógva ta dagligu arbeiðsgongdina og starvsfólkini so lítið sum yvirhøvur tilber.
Hann heldur, at Hafnia hevur virkað væl, sum tað var, meðan hinir eigararnir sótu við róðrið, og tískil dugir hann ikki at síggja nakra orsøk til at gera nakrar broytingar, sum nú er.
Men hann sær tó fyri sær, at einaferð í framtíðini verða umvælingar neyðugar fyri at halda hotellið viðlíka.
? Men tað verður hvørki í dag ella í morgin, undirstrikar Tummas Justinussen.

Penast ella ljótast
Tummas tykist at vera púra greiður yvir, at risikoin er stór við keypinum av tveimum partrolarum og einum hotelli innan fyri so stutta tíð, men hann leggur dent á, at tað er konjuktururin í samfelagnum, sum setur dagsskránna.
Tað er tó ikki bara Hvarvið, sum hevur keypt hotellið. Norska felagið Havila AS eigur eina lítla helvt av hotellinum, men meirilutin er føroyskur og tað sama við fíggingini.
Tummas sigur, at tað ger alt munandi lættari, at eitt útlendskt felag eisini vil taka ein kjans og leggja pening í hetta keypið. Og kemur at hava sína ávirkan eisini.
? Vit meta okkum hava funnið gott fólk til at stýra Hafnia, og alt annað líka, so átti tað at borið til, staðfestir hann og tekur uppaftur, at tað er hóast alt konjuktururin í samfelagnum, sum avger tað heila.
Hann spyr, hvat tað nyttar at analysera og analysera. Í 1993 søgdu frøðingarnir, at tað aldrin fór at verða betur í fiskivinnuni aftur. Nøkur ár seinni var hon so góð sum ongantíð áður, og forsøgnirnar til alivinnuna vóru so bjartari 2000, men so vísti tað seg, at onki kom burtuúr. Hetta heldur hann vera øgiliga harmiligt, at antin eru fólk so ræðuliga bjartskygd ella so ræðuliga svartskygd.
? Í Føroyum eru vit altso antin penast ella ljótast. Vit eru ongantíð bara miðalhampafólk, og tað er undrunarvert, heldur nýggi eigarin av hotel Hafnia, Tummas Justinussen, at enda fyri.