Hægstirættur í USA fer at viðgera koppsetingarkrøv

Amerikanski hægstirættur fer at taka støðu til kravið frá Joe Biden til stór virki um koppseting ella kanning

 

Joe Biden vil hava, at virki í USA við 100 ella fleiri starvsfólkum, skulu tryggja, at starvsfólkini eru koppsett ímóti koronu ella javnan verða kannað. (Arkivfoto) - Foto: Kevin Lamarque/Reuters

Amerikanski hægstirættur hevur játtað at lata tvey mál um koppsetingarkrøv koma fyri rættin.

Annað málið snýr seg um, at forsetin hevur sett krøv um koppseting til stórar fyritøkur. Hitt málið snýr seg um koppsetingarkrøv til starvsfólk í heilsurøktini í USA.

Í eini avgerð í gjár upplýsir hægstirættur, at hann vil hoyra grundgevingarnar hjá báðum pørtum tann 7. januar, og at hann stutt eftir fer at koma við síni avgerð.

Í september gjørdi Biden-umsitingin av, at virki við 100 ella fleiri starvsfólkum skulu tryggja, at øll starvsfólk eru liðugt koppsett ímóti covid-19. Um ikki skulu starvsfólk kannast fyri koronu hvørja viku.

Kravið til virkini hevur til endamáls at avmarka koronusmittuna og er í løtuni galdandi í øllum USA.

Samstundis er kravið til heilsustarvsfólk víst aftur í 50 statum í USA.

Koppsetingarkravið hjá Biden hevur síðani september verið umstrítt í fleiri dómstólum. Fríggjadagin loyvdi ein dómstólur tó, at kravið kundi setast í gildi.

Tað fekk millum annað privat virki og statir undir republikanskari leiðslu at ganga ímóti lógini og biða hægstarætt um at forða fyri henni.

Koppsetingarkravið fevnir um umleið 80 milliónir starvsfólk.

Síðani farsóttin byrjaði eru 812.069 amerikanarar deyðir av koronu, har tað búgva 333 milliónir fólk.

Tað vísa uppgerðir frá amerikanska Johns Hopkins Univesity í Baltimore.

Biden ætlar við koppsetingarkrøvinum tvinga bólkin av vaksnum amerikanarum, sum ikki eru koppsettir, til at koppseta seg. Tað snýr seg serliga um konservativu økini í USA.

Hægstirættur í USA hevur meiriluta av konservativum dómarum upp á seks ímóti trimum.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Joe Biden vil hava, at virki í USA við 100 ella fleiri starvsfólkum, skulu tryggja, at starvsfólkini eru koppsett ímóti koronu ella javnan verða kannað. (Arkivfoto) - Foto: Kevin Lamarque/Reuters