Hægstirættur í Texas broytir avgerð um at loyva kvinnu forsturtøku

Hægstirættur í amerikanska statinum Texas hevur broytt eina avgerð, sum gav Kate Cox, sum er við barn, loyvi at enda barnsburðin, sum kann hótta lív hennara.

 

Tað sæst í eini avgerð, sum í gjar varð almannakunngjørd.

Longu fyrr um dagin koma tað fram, at kvinnan, líka mikið hvat, hevði farið úr statinum fyri at fáa framda eina fosturtøku.

Kate Cox úr Dallas er ein 31 ára gomul mamma við tveimum børnum, sum er komin meira enn 20 vikur í barnsburðin við einum fostri, sum hevur ein sjáldsaman genfeil, sum merkir, at fosturið sannlíkt fer at doyggja fyri føðing ella bara kann liva í fáar dagar.

Læknar siga, at tað er vandi fyri, at lívmóðurin hjá Kate Cox kann bresta, um barnsburðurin ikki verður avbrotin. Tað kann hótta møguleikan hjá henni at fáa børn í framtíðini og lív hennara.

/ritzau/Reuters