Seinnu árini er GSM-netið í Føroyum nógv útbygt. Hetta saman við einum marknaði, sum støðugt krevur hægri ferð og størri datamongdir ger sítt til, at Føroya Tele nú økir ferðina á farbreiðbandinum upp. Á størsta haldinum verður ferðin nú 7 mb um sekundið.
- Talan er um støðugar tillagingar á marknaðinum, og nú gera vit so hesar broytingar, ið innibera hægri ferð og størri datamongdir, sigur Jan Mortensen, privatkundastjóri á Føroya Tele.
Hann sigur, at marknaðurin í Føroyum støðugt broytist, og hetta ávirkar sjálvandi krøvini, ið verða sett.
- Talið av snildfon-brúkarum økist støðugt, og hesir hava eisini ein vaksandi datanýtslu. Fert tú hálvtannað ár aftur, so høvdu flestu brúkararnir tá minstu datapakkarnir, men í dag eru sera nógvir brúkarar við størri haldum. Samstundis síggja vit eisini, at teldlar við GSM-atgongd, í alt størri mun verða nýttir sum loysn til eitt nú summarhús, so hetta er ein náttúrlig gongd, sigur Jan Mortensen.
Samstundis verða nakrar tillagingar gjørdar í pakkasamansetingini. Minsta datahaldið er framvegis 150 MB um mánaðin, men ferðin á hesum økist til 3 mb/s. Størsta haldið veksur til 10 GB um mánaðin, og ferðin á hesum verður nú 7 mb/s.