Hæddarpunkt frá AB-Víkingi

Video: Her ber til at síggja samandrátt frá dystinum millum AB og Víking

 

AB og Víkingur spældu í dag málleysan javnleik í Effo-deildini.

 

Fyri gestirnar úr Víkingi, kom javnleikurin illa við, tí teir elta B36 á fyrsta plássinum, sum nú er sjey stig frammanfyri Víking.

 

Støðan í botninum hjá AB er óbroytt. Teir hava framvegis trý stig upp til FC Suðuroy á áttanda plássinum í Effo-deildini. 

 

Omanfyri ber til at síggja samandráttin frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.