Haarder hevði ikki tíð at koma til Føroya

Bertel Haarder fann einki pláss í sínum álmanakka til eina føroyaferð á hesum sinni, og tí fór føroyska ferðalagið til Danmarkar at skriva undir.

Mentamálaráðið hevur í umleið tveir mánaðar kannað, um tað bar til hjá Bertel Haarder at koma til Føroya at hátíðarhalda, at samráðingarnar um at yvirtaka kirkjuna vóru av, men so varð ikki.
Tað bar ikki til, og tí varð yvirlýsingin um yvirtøkuna av Fólkakirkjuna undirskrivað í Danmark og ikki í Føroyum. Úr Mentamálaráðnum frætta vit, at arbeitt hevur verið síðani í februar at fáa danska kirkjumálaráðharran til Føroya.
Bertel Haarder kemur tó væntandi til Føroya á ólavsøku, um Løgtingið samtykkir at yvirtaka kirkjuna. Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, heldur tó, at undirskrivingin á ein hátt fór fram í Føroyum, av tí at undirskrivað varð á Føroysku sendistovuni á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
Tað var eisini um reppið, at tað eydnaðist Bertel Haarder at koma á tíðindafundin á Norðurbryggjuni kl. 13 fríggjadagin. Ta eina løtuna varð tosað um at útseta fundin til kl. 14, og Bertel Haarder, sum eisini umsitur eitt tungt málsøki sum undirvísingarmál, varð noyddur at leypa inn í ráðharrabilin eftir at hava sett sín autograf á yvirlýsingina og tosað við føroyskar miðlar, av tí eitt av hansara lógaruppskotum varð viðgjørt í Fólkatinginum hendan dagin.
Annita á Fríðriksmørk, tinglimur fyri Tjóðveldisflokkin og partur av andstøðuni, segði við Útvarpið fyrr í vikuni, at hon noktaði at vera við, tá yvirtøkuskjalið um føroysku fólkakirkjuna varð undirskrivað á Norðurbryggjuni. Hon metti, at politiski fylgibólkurin hevur verið ov lítið uppi í arbeiðnum.
- Tað virkar eitt sindur pompøst at senda so nógv fólk av landinum til eitt hátíðarhald, sum varar í ein tíma, segði tjóðveldistinglimurin.
Annita á Fríðriksmørk segði tó, at hon hevði luttikið, um skrivað varð undir yvirlýsingina í Føroyum.

----
FAKTA


Landsstýrið og danska stjórnin eru samd um at, at Landsstýrið rindar í alt 17.600.000 krónur fyri tríggjar prestagarðar í Havn og fyri prestagarðarnar í Vestmanna, í Hvalvík, í Klaksvík, á Gjaranesi og á Nesi. Danska kirkjumálaráðið ger eitt avhendingarskjal viðvíkjandi ognini í Vestmanna, sum verður handað landsstýrinum. Peningurin, sum stendur inni saman við stiftsmiðlunum í Keypmannahavnar stifti á ólavsøku (sum í 2004 var góðar 1,1 mió. kr.) ið hoyrir til prestaembæti í Føroyum, verður goldin Føroya stiftsstjórn.