Føroyska manslandsliðið er komið til Brno í Kekkia, har venjingarlandsdystur veður móti kekkum mikudagin. Síðani verður farið til Kosovo, har venjingarlandsdystur verður leygardagin. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, brúkti fyrstu venjingina upp á at hvessa teir nýggju spælararnar.
Fyri fyrstu ferð í fleiri ár hevur ein føroyskur landsliðsvenjari kollvelt føroyska manslandsliðið. Í fyrstu atløgu blivu seks nýggir mans úttiknir, og eftir avboð frá Jákupi B. Andreasen kom sjeyndi nýggi maðurin í hópin.
Bárður á Reynatrøð, Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi, Hanus Sørensen, Martin Agnarsson, Jann Benjaminsen og Stefan Radosavljevic eru við fyri fyrstu ferð, meðan Noah Mneney, Andrass Johansen og Pætur Petersen eru við fyri aðru ferð. Tíggju mans kunnu fáa sínar fyrstu minuttir á hesi landsliðsferðini.
Í dag hevur føroyska liðið havt sína fyrstu venjing. Hon var merkt av, at Håkan Ericson skuldi hvessa teir nýggju spælararnar, so teir eru til reiðar at fara á vøllin fyri føroyska landsliðið. Fyrsti parturin av venjingini var hópurin deildur upp í tvey.
Teir framrættaðu spælararnir skutu upp á mál saman við Eli Hentze, hjálparvenjara, og restin fekk eina upplæring í at flyta seg rætt í verjustøðu. Síðani bleiv spælt upp á tvey mál, har landsliðsvenjarin legði lag á.
Tað bleiv vant á leikvøllinum hjá Slavia Brno. Tað er eisini ein leikvøllur til frælsan ítrótt við rennibreyt. Tað sást eisini til venjingina, tí eitt nú vóru fleiri lokal, sum luntaðu sær ein túr kring vøllin, meðan venjingin var.
Sjálvur vøllurin var harður og torførur at spæla á. Úr venjaratoyminum verður sagt, at vøllurin minti nógv um undirlagið, sum landsliðið spældi á í Moldova á sinni. Føroyar eru aftur í bólki saman við Moldova, so kanska blivu fleiri spælarar hvestir í báðum endum.
Ferðin til Brno
Ferðin til Brno hevur gingið væl. Flogið bleiv úr Vágum til Keypmannahavn, og so víðari beinleiðis til Brno við Atlantic Airways. Venjingarvøllurin liggur stutt frá gistingarhúsinum. Landsdysturin verður spældur á Andrův leikvøllinum í Olomouc, sum liggur ein tíma frá Brno.
Håkan Ericson hevur tikið avgerð um, at landsliðið í morgin aftur skal venja í Brno, heldur enn at koyra í ein tíma hvønn veg til eina venjing. Hesum hevur UEFA gingið á møti, hóast tað verður álagt londunum at hava venjing og tíðindafund á dystarleikvøllinum dagin fyri.
Gilli Rólantsson og Martin Agnarsson komu til Brno í dag. Martin Agnarsson, sum sat á bonkinum hjá Viborg í gjár móti Brøndby í Superliguni, náddi venjingina. Gilli Rólantsson og Odd spældu javnleik í Elituseriuni og trongisvágsingurin náddi ikki til venjingina.
Kekkia hevur úttikið eitt sterkt landslið við spælarum úr eitt nú West Ham í Premier League og Bayer Leverkusen í Týsklandi. Tí eru ábendingar um, at tað verða teir royndu spælararnir, sum taka stóra takið móti Kekkia mikudagin.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.
##ms##