Í kvøld hittast mansliðini hjá VÍF og H71 í Vestmenna.
Fyri H71 ræður tað um at venda skeivu gongdini seinastu dystirnar. Hoyvíkingar løgdu harðliga fyri við at vinna tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini, men síðani hava teir tapt tvær ferðir á rað.
Í kvøld hava teir trupulan dyst í Vestmanna, har lið vanliga ikki fáa nógv við sær heimaftur.
VÍF hevur munin
VÍF mist fyrsta stig sítt farna vikuskiftið, tá toppdysturin ímóti Neistanum endaði javnur.
Vestmenningar hava vunnið allar hinar dystirnar í ár uttan stórvegis trupulleikar, og teir eru tí favorittar til dystin í kvøld.
Dysturin verður klokkan 19.00, og tað verður dómaraparið Kári Hansen og Trygvi Mortensen, sum fara at halda skil á.









