H71 vann 39-38 í Serbia

Hóast hoyvíkskvinnur vóru væl á odda allan dystin, so stóð á gomlum nøgum beint fyri dystarlok

 

H71 kvinnur hava fyri løtu síðani vunnið 39-38 a serbisla liðnum ZRK Naisa Nis, sum í løtuni er fjórðfremst í bestu serbisku deildini.

Talan er um áttandapartsfinalu í EHF Europa Cup-kappingini.

H71 kvinnur løgdu seg á odda beinanvegin, og frástøðan til mótstøðuliðið var alla tíðina rímuliga trygg. 

Tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 22-18 til hoyvíkskvinnur.

Og tær hildu eisini frástøðuna við umleiða fýra málum og eitt skifti upp í seks mál. Men so tóku serbisku kvinnurnar annað skinn um bak og hálaðu inn á føroysku kvinnurnar.

Tær megnaðu ongantíð at koma upp á javnt, men í síðstu minuttunum stóð á gomlum nøglum, tá H71 brendi onkrar møguleikar, meðan serbisku kvinnurnar skoraðu.

Í síðsta minnutti vóru serbisku kvinnurnar í álopi, men tað eydnaðist teimum ikki at skora.

Soleiðis gjørdist endin sera spennandi, hóast dystargogdin alla tíðina bendi á føroyskan sigur.

Seinna áttandapartsfinalan verður í høllini á Hálsi í Havn næsta leygardag.

 

Málskjúttar H71:Maria H. Weyhe 15, Jana Mittún 8, Brynhild Pálsdóttir 6, Lív B. Zachariassen 3, Elsa Egholm 3, Guðrið á Borg 2, Eva Barba Arge 1, Sára Jacobsen 1.