H71 vísti stóra styrki og breidd ímóti Kyndli

H71 spældi ein av sínum frægastu dystum í ár, tá ið tað lættliga gjørdist til sigur á Kyndli.

Tað var eingin ivi um at Føroyameistararnir og oddaliðið, H71, var greiður favorittur ímóti kreppurakta Kyndli, tá ið liðini hittust á Hálsi í dag.

Sí eisini:

Kyndil hevur skund, men H71 vil neyvan lata oddasessin

Og tað gekk ikki long tíð av dagsins dysti áðrenn tað gjørdist greitt at H71 hevði munin.

Serliga væl fyri lá tað hjá Peteri Krogh, ið høgdi ein bólt fyri og annan eftir í málið.

Elias Ellefsen á Skipagøtu byrjaði eisini inni, og hann takkaði fyri við fleiri framúr fríspælingum til sínar liðfelagar. Fleiri ferðir vóru bóltarnir stussaðir millum beinini á mótstøðuleikarum og í onkrum føri ímillum beinini á sjálvum sær.

Kyndil fekk minkað um munin nakrar ferðir, serliga við Hjalta Mohr Jacobsen sum skoraði meira enn helmingin av kyndilsmálunum í dag, men tað hjálpti lítið í heildini.

H71 skifti nógv út, og allir teir innskiftu tóktust at hava ein góðan dag.

Spenningurin var lítil og eingin, og tey uttanveltaðu kundu bert fegnast um at síggja góð skot og flottar fríspælingar - har H71 mundi eiga tær flestu.

Endin var, at H71 vann dystin 34-26, varðveitti oddasessin og sendi Kyndil enn longur niður í aldudalin.

Sí eisini:

Hjalti: Tað hevur ongantíð sæð so svart út hjá Kyndli (FM1)

Síggj myndir frá dystinum niðanfyri hagtølini

Kyndil – H71 26-34
Okkaradeildin: 17/11/2019
Málskjúttar Kyndils
Hjalti Mohr Jacobsen13
Rógvi Dal Christiansen4
Janus Jakobsen2
Tummas Pauli Hanusarson2
Anders Risdal2
Tórður Guttesen1
Tróndur Wardum1
Kristoffur Bjørgvin1
Málskjúttar H71
Peter Krogh7
Elias Ellefsen á Skipagøtu5
Vilhelm Poulsen3
Pætur Thomsen3
Pætur Mikkjalsson3
Leivur Mortensen3
Hilmar Leon Jakobsen3
Pauli Mittún2
Høgni Fríðuson Gaard2
Djóni Gaard Joensen2
Sigmundur Dahl1

##ms##