Vestmannakvinnur vunnu sær ein lítlan fyrimun áðrenn seinnu hálvfinaluna í Faxe Kondi steypakappingini á heimavølli í Vestmanna ímóti H71, sunnudagin klokkan 14.
VÍF vann 26-25 ímóti H71 í Hoyvíkshøllini. Seinasta hendingin í dystinum var, at Viviann Petersen í VÍF-málinum tók eitt brotskast hjá Maritu Mortensen. VÍF-kvinnurnar fagnaðu hendingini sum vóru tær longu komnar í finaluna í Faxe Kondi steypakappingini. Í steðginum var H71 annars á odda 16-14.
Marita Mortensen gjørdist toppskjútti hjá H71 við níggju málum. Eva Barba Arge skoraði fimm mál fyri H71.
Durita C. Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við seks málum. Liljan Djurhuus skoraði fimm mál fyri VÍF.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá tí spennandi dystarendanum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá VÍF, Duritu C. Jojic sum aftur kundi staðfesta, at VÍF var omaná aftaná ein javnan dyst. Hon slær tó fast, at H71 hevur ment seg nógv síðani farna kappingarár, og tað krevur eitt gott avrik at koppa unga liðnum úr Hoyvík.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá H71, Hall Danielsen, ið iðrar seg um liðið ikki fekk eitt betri útgangsstøðið til returdystin í Vestmanna sunnudagin.
4) Hoyr Hall Danielsen og venjaran hjá VÍF, Inga Olsen umrøða serligu støðuna har Ingi legði grøna Time Out kortið á borðið hjá dystarskrivaranum, men eingin gav tí gætur, og tá fekk VÍF eitt mál. Nakað sum hóvaði H71-leguni illa.