H71 tapti

Tað ber framvegis til hjá Kyndli at røkka finaluplássi

Higartil er ein dystur spældur í FTZ- deildini í dag. Hann var spældur í høllini á Hálsi, har Kyndil tók ímóti H71, sum frammanundan hevur tryggjað sær pláss í avgerandi FM-finalunum og harvið onki hevur at spæla fyri - beint nú.

 

Í fyrra hálvleiki vóru tað hoyvíkingar, ið høvdu munin. Teir vóru á odda allan hálvleikin á tamb, og tá ið liðini fóru til hálvleiks var støðan 16-14 til H71. 

 

Í seinna hálvleiki var tó annað skil í. Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Kyndil á javnt, og eftir hetta drógu kyndilsmenn longra stráðið og vunnu 29-27.

 

Sigurin hjá Kyndli merkir, at stigatalvan í FTZ-deildini sær soleiðis út í skrivandi løtu:

 

1. H71 - 37 stig

2. VÍF - 28 stig

3. Kyndil - 27 stig

4. KÍF - 26 stig

5. StÍF - 22 stig

6. Neistin - 14 stig

7. Team Klaksvík - 0 stig

 

Kyndil hevur ein dyst eftir at spæla, meðan VÍF og KÍF hava tveir. Skuldi tað hent seg, at Kyndil vinnur sín síðsta dyst, ið er ímóti Team Klaksvík, samstundis sum, at VÍF tapir báðar sínar dystir, meðan KÍF bert vinnur tann eina, ið er júst ímóti VÍF, so kemur Kyndil at spæla í FM-finalunum ímóti H71.

 

Tó er tað framvegis VÍF, ið hevur bestu finalukortini í hondunum.

 

Klokkan 19 byrjar ein dystur av tí meira týdningarleysa slagnum, tá ið nummar seks og nummar sjey í deildini, Neistin og Team Klaksvík, hittast í høllini á Hálsi.

 

Málskjúttarnir í dystinum ímillum Kyndil og H71 vóru hesir:

 

Kyndil: Finnur Hansson 9, David Edvardsen 6, Hjalti Mohr Jacobsen 5, Josef Abrahamsen 2, Hanus H. Johansen 2, Hørður Fannar Sigtórsson 2, Bartal Klein Olsen 1, Bárður Johannesen 1 og Tórður Guttesen 1.

 

H71: Peter Krogh 6, Rúni Vest Højgaard 5, Pætur Thomsen 4, Hilmar Leon Jakobsen 4, Andor Sivertsen 3, Sigmundur Nolsø 3, Sigmundur Dahl 1 og Oddur Bech 1.