H71 spælir í næstan øllum finalunum

Fimm av 12 finalum eru millum H71 og Neistan.

Í morgin og sunnudagin vera finalurnar í steypakappingini í hondbólti spældar í høllini á Hálsi.

 

Klokkan 18 í morgin verður steypafinalan hjá gentum undir 18 ár millum Neistan og H71 og klokkan 19.30 spæla somu lið finalu í kappingini hjá dreingjum undir 18 ár.

 

Sunnudagin spæla yngru deildirnar so sínar finalur. Klokkan 12.50 spæla Kyndil og VÍF G10, og klokkan 13.30 Neistin - VÍF D10.

 

Klokkan 14.10 spæla H71 - STÍF G12, klokkan 15.00 H71 - VÍF D12, klokkan 15.50 H71 - Neistin G14, klokkan 16.50 H71 - Kyndil/ÍA D14. 

 

Seinastu finalurnar sunnudagin eru í aldursbólkunum gentur og dreingir undir 16 ár. Tá spæla fyrst genturnar hjá H71 og Neistanum klokkan 17.50 og síðani dreingirnir hjá somu liðum klokkan 19.25.

 

Fimm av teimum 10 unglinga- og barnafinalunum eru sostatt millum H71 og Neistan. H71 er annað liðini í átta av teimum 10 finalunum og Neistin í seks av 10. VÍF er í trimum, Kyndil í tveimum, í øðrum teirra saman við ÍA og STÍF er í einari finalu.