Okkaradeildin
VÍF - H71 29-33 (14-13)
H71 og VÍF hittust í kvøld til fyrsta landskappingardystin í ein mánaða. VÍF hevði frammanundan dystinum longu tryggjað sær pláss millum tey fýra fremstu, meðan tað hjá H71 skuldi fáa sær tvey stig afturat fyri at tryggja sær hálvfinalurnar.
Tað skal tó ganga H71 sera illa um tað ikki eydnast at fáa tey tvey neyðugu stigini, so dysturin í Vestmanna í kvøld fór helst at vera ein undansýning til avgerandi dystirnar í landskappingini.
Undan dystarbyrjan var tó greitt at VÍF kanska hevði betri umstøður til hendan dystin. Bæði Julian Olsen og Mladen Mjerimacka vóru í hópinum fyri fyrstu ferð, meðan hoyvíkingar iðraðu seg um at Hilmar Leon Jakobsen aftur siti úti við skaða.
Tað var kortini H71, ið byrjaði dystin best. Tað gekk skjótari og lættari hjá Føroyameistarunum at skjóta mál, men so við og við fekk høga vestmannaverjan fatur saman við Dia á Lava í málinum.
Í álopinum hjá VÍF eydnaðist tað at fáa Filip Jojic í sínar eyðkendu krossar, og brádliga var VÍF á odda við tveimum.
Í hálvleikinum var munurin eitt mál til fyrimuns fyri VÍF, men tað var H71, ið byrjaði seinna hálvleik best.
Skjótt var H71 á odda við tveimum, men VÍF fekk javnvág aftur í dystin við somu uppskrift sum í fyrra hálvleiki.
Tað leikaði javnt á í seinna hálvleik. H71 hevði hug at vera frammanfyri við einum og tveimum, men við skjótálopið um miðjan seinna hálvleik kom munurin upp á trý
Bæði liðini vildu spæla skjótt, og stórskjúttarnir báðir, Filip Jojic og Peter Krogh høvdu góðan hug at skjóta, tá ið møguleiki beyðst.
Síðani gekk við rúkandi ferð, har tað tóktist sum at hvørja ferð annað liðið skoraði, so var svarað aftur í stunduni, og hvørja ferð eitt skot var brent, so endurtók tað seg eisini í hinum endanum.
H71 skifti ímillum allar tríggjar málverjarnar hjá sær, meðan VÍF bert setti Mladen Mjerimacka inn fyri Dia á Lava í brotskastsstøðu. Hetta broytti seg til einir átta minuttir restaðu í. Tá kom Mladen Mjerimacka í VÍF-málið í einari roynd at steðga málskjótingini hjá H71.
Hetta eydnaðist ikki. Tá ið einir tríggir minuttir restaðu í, eydnaðist tað H71 at økja upp í fýra mál, tá ið Peter Krogh setti eitt standandi skot framvið Mladen Mjerimacka, áðrenn VÍF gjørdi eina villu í álopinum.
Hesum kom VÍF ikki aftur frá, og endin var ein sigur til H71 við úrslitinum, 29-33, og H71 hevur nú tryggjað sær pláss í hálvfinalunum í landskappingini.
Málskjúttar hjá VÍF:
Filip Jojic 10, Jákup Andreas Joensen 3, Andrias Eriksen 3, Jón Müller 3, Magnus Müller 3, Hallur Arason 2, Julian Olsen 2, Johan í Garðastovu 2, Jóhannus Haldanson 1
Málskúttar hjá H71:
Peter Krogh 11, Leivur Mortensen 5, Brandur Halgirsson 5, Vilhelm Poulsen 4, Rúni Vest Højgaard 3, Sigmundur H. Dahl 3, Niklas H. Hanusarson 2
Støðan í Okkaradeildini
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Neistin | 15 | 390 | 341 | 49 | 21 |
2 | H71 | 16 | 407 | 369 | 38 | 21 |
3 | VÍF | 16 | 451 | 417 | 34 | 21 |
4 | Kyndil | 16 | 413 | 369 | 44 | 19 |
5 | KÍF | 16 | 398 | 389 | 9 | 16 |
6 | StÍF | 15 | 351 | 406 | -55 | 10 |
7 | Team Klaksvík | 16 | 381 | 500 | -119 | 2 |