H71 setti Neistan uppá pláss

H71 vann ein heldur óvæntaðan sigur í Atlanic Airways deildini , tá Neistin var á vitjan. H71 var tó oman á allan dystin, og sigurin hjá teimum var fult uppiborin

HONDBÓLTUR

H71 tók sunnudagin ímóti Neistanum í bestu mansdeildini. Gongdin hjá Neistanum hevur verið stak góð í ár. Fyrsta partin av kappingini lógu teir einsamallir á odda, men síðstu dystirnar hevur ikki gingið so væl hjá neistamonnum. Undan dystinum ímóti H71 høvdu teir tapt tveir av síðstu trimum dystunum, men hóast hetta, so var Neistin at finna á einum tirðja plássi í kappingini.
Hjá hoyvíkingum hevur heldur ikki gingið av tí besta í ár. Teir fingu eina fína byrjan uppá kappingini, men í síðstu fimm royndunum hava teir tapt hvørja ferð, og tí mátti Neistin metast at vera stórur favorittur at vinna dystin.

H71 hevði munin
Hetta løgdu hoyvíkingar tó líka í. Frá fyrsta bríksli var týðiligt, at H71 ætlaði sær okkurt henda dagin. Bæði Halgir Dahl Olesen og Heini Bendtse vóru aftur við á besta liðnum, men Halgir spældi neæstan bara í verjuni.
Sjálvt um H71 tóktist vilja meir, so var munurin ikki tann stóri fyrstu løtuna. Liðini fylgdust upp á 4-4, men so kom gongd á hoyvíkingar, sum fingu trý mál á rað. Nú var støðan 7-4, men spakuliga vann Neistin seg inn á aftur H71. Løtu seinni høvdu teir vunnið seg upp aftur á 8-8, og so fylgdust liðini aftur í eina løtu. Men tá 20 minuttir fór H71 aftur frá Neistanum. Teir løgdu seg á odda 13-10, og hesa leiðslu megnaðu teir at halda til hálvleiks. Tá liðini fóru til hálvleiks førdi H71 17-15, og leiðslan var uppiborin. Hoyvíkingarnir vóru meir ágrýtnir og ágangandi enn Neistin, sum til tíðir tóktist hava trupulleikar at slepa fram við verjuni hjá H71, har Halgir og Niels Viggo stýrdu mitt fyri.

H71 avgjørdi dystin
Sjálvt um Neistin var aftanfyri í hálvleikinum, so var munurin ikki størri enn so, enn at teir saktans kundu fáa H71 aftur. Tað var eisini týðilig, at hoyvíkingar vildu sleppa at avgera dystin beinanvegin, tí teir fingu eina sera góða byrjan uppá seinna hálvleik. Tá knappir 10 minuttir vóru farnir øvdu teir skorað fimm ferðir, meðan Neistin bert hevði fingið eitt mál, so nú førdi heimaliðið knappliga 22-16.
Tá fyrsta korterið var farið aftur um hevði H71 økt um leiðsluna upp í 27-20, og nú tóktist dysturin vera avgjørdur, tí hoyvíkingar vóru væl betri enn Neistin. Neistin vildi tó ikki geva skarvin yvir, og nú byrjaðu teir veruliga at stríðast fyri at vita, um teir megnaðu at fáa H71 aftur.
Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum høvdu teir minka um munin niður í 32-28, men so sluppu teir ikki longur. Næstu løtuna svaraði H71 aftur, og tá dysturin var liðugur vísti talvan 37-34 til H71, og sostatt fekk liðið úr Hoyvík ein kærkomnan sigur eftir fimm ósigrar á rað.
Sum heild var sigurin hjá H71 fult uppiborin. Teir førdu frá fyrsta bríksli, og teir tóktust eisini at vilja nógv meir enn Neistin henda dagin.
Við sigrinum hevur H71 lagt seg undir liðina á KÍF á fimta plássi, og við spælinum og viljanum teir vístu ímóti Neistanum, so er ikki óhugsandi, at teir kunnu leypa hvøkk á fleiri onnur lið seinni í kappingini.
Hjá Neistanum kom ósigurin illa við. Hetta var næsta tapið á rað, og teir hava líka sum mist flogið síðstu dystirnar, Teir eru eisini farnir nøkur stig aftur um hini bæði oddaliðini, so nú er umráðandi hjá Neistanum at finna spælið fram aftur, sum teir vístu fyrstu umførini.


Fakta
H71-Neistin 37-34 (17-15)
Málskjúttar:
H71: Esbern Patursson 10 (1), Niels Viggo Niclassen 9 (2), Halgir Dahl Olesen 4, Bjarni Sørensen 4, Tróndur Vatnhamar 3, Heini Bendtsen 3, Janus Sørensen 2, Poul K. Dam 2
Neistin: Tróndur Kragesten 10 (2), Blagoje Buha 5, Áki Mørk 4 (1), Carl Herup Olsen 4, Helgi Michelsen 3, Dann Thorleifsson 3, Birgir Poulsen 2, Roar Dalsgarð 1, Jugoslav Djumic 1
Brotsløst: H71 4, Neistin 4
Útvísingar: H71 2, Neistin 4
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr