H71 og StÍF stríðast um seinasta hálvfinaluplássið klokkan 14.00

Fýra teir seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Faxe Kondi-kappingini verða spældir í dag

Faxe Kondi Kappingini, Sunnudag 2. februar 2020:

Klokkan 14.00: H71 - StÍF (KVINNUR)

Klokkan 15.00: VB - VÍF (KVINNUR)

Klokkan 16.00: H71 - VÍF (MENN)

Klokkan 16.00: Team Klaksvík - Neistin (MENN)

Í dag er seinasti leikdagur í bólkaspælinum í ársins Faxe Kondi-Kapping. Greitt er, at VÍF, Neistin og Kyndil hjá kvinnum, og H71, VÍF, Neistin og Kyndil hjá monnum spæla hálvfinalur í næstu viku.

Seinasti hálvfinaluluttakarin verður funnin í Hoyvík í dag, har kvinnurnar hjá H71 og StÍF bresta saman klokkan 14.00.

Treytirnar eru einfaldar. Vinnarin av dystinum er víðari. Taparin er úti. Endar dysturin javnur, fær H71 plássið.

Seinast liðini bæði hittust í landskappingini, vann StÍF púra óvæntaðan sigur á heimavølli.

Úr in.fo-savninum: Sensasjón: StÍF vann á H71 í SMS-deildini

Klokkan 16.00 í Hoyvík stríðast H71 og VÍF um fremsta plássið í bólkinum. Vinnarin skal spæla ímóti Neistanum í hálvfinaluni. Taparin skal spæla ímóti Kyndli.

Dystirnir ímillum VB og VÍF hjá kvinnum, og ímillum Team Klaksvík og Neistan hjá monnum kunnu ikki gera mun í savnaða rokniskapinum.

VÍF-kvinnur hava vunnið bólkin hjá sær og skulu spæla ímóti Kyndli í hálvfinaluni. Neistamenn hava tryggjað sær næstfremsta plássið í sínum bólki, og skulu hitta antin H71 ella VÍF í hálvfinaluni.

Støðan í bólkaspælinum (hsf.fo)

Bólkur 1, KVINNUR

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin24936134
2Kyndil2464602
3Stjørnan24457-130

Bólkur 2, KVINNUR

VÍF er betri innanhýsis enn bæði H71 og StÍF

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF25536194
2H712484262
3StÍF25661-52
4VB24969-200

Bólkur 1, MENN

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7126345184
2VÍF25542134
3KÍF37989-102
4H71 236182-210

Bólkur 2, MENN

Neistin er betri innanhýsis enn StÍF

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil38261216
2Neistin2474432
3StÍF37273-12
4Team Klaksvík24457-230