Formaðurin í H71, Sunneva Jacobsen, váttar, at felagið hevur sent kæru inn.
- Í fyrra lagi snýr tað seg um eina hending í seinna hálvleiki. Neistin er í álopi, men missir bóltin. Okkara menn fara í skjótálop, men tá ýlir klokkan hjá dómaraborðinum. Hetta tí eitt harpiks-lok var á vøllinum, og dómaraborðið vildi hava hetta burtur.
Hartil hevur H71 kært hendingina, tá Neistin skoraði seinasta málið.
- Tá dómararnir markera fyri, at tíðin skal steðgast, vísir klokkan 29.59, men tá fríkastið skal takast, hevur Neistin fingið eitt sekund eyka. Hetta hevur sera avgerandi ávirkan á dystin, og vit duga ikki at síggja, hví hetta varð gjørt.
Annar av dómarunum í dystinum, Uni Wardum, sigur, at seinasta álopið løgdu teir eitt sekund afturat, tí hetta var tað, sum urið hjá dómarunum vísti. Um fyrra føri sigur hann, at tað altíð er ein metingarspurningur, hvørt talan er um opnan møguleika ella ikki.










