H71 í hálvfinaluni hóast KÍF hótti (myndir og málskjúttar)

H71 tveitti trygga leiðslu fyri borð ímóti dystarenda, men kollfirðingar koppaðu akkurát ikki dystin til sín

H71 er til reiðar til hálvfinalurnar í Faxe Kondi-kappingini eftir 28-24 sigur á KÍF í kvøld.

Úrslitið merkir eisini, at KÍF ikki fær spælt seg víðari í steypakappingini.se

KÍF byrjaði annars dystin ímóti favorittunum í Hoyvík væl, men H71 revsaði minstu mistøkini, og vunnu sær eina leiðslu upp á 16-12 við hálvleikssteðgin.

Dysturin var einki serliga spennandi, men seinasta korterið av dystinum fekk KÍF fatur í verjuni, samstundis sum sjeymansálopið fór at bragda. Tá ið júst triǵgir minuttir restaðu í av dystinum hevði KÍF minkað úr 25-21 niður í 25-24, men ein útvísing gjørdist dýr.

H71 revsaði enn einaferð og fekk økt upp aftur í 28-24 beint fyri leiklok.

Niðanfyri síggjast kvøldsins málskjúttar og uppaftur longur niðri síggjast myndirnar, sum in.fo tók av dystinum í kvøld

 

H71 – KÍF 28-24
Faxe Kondi-kappingin, MENN 22/01/2020
Málskjúttar hjá H71
Pætur Thomsen6
Vilhelm Poulsen6
Hilmar Leon Jakobsen5
Peter Krogh4
Leivur Mortensen2
Pætur Mikkjalsson2
Elias Ellefsen á Skipagøtu2
Sigmundur Dahl1
Málskjúttar hjá KÍF
Nicklas Selvig7
Hans Eli Sigurbjørnsson5
Rúni Joensen5
Rani A. Højgaard3
Ási Dam2
Andrias Nielsen1
Atli L. Hammer1

##ms##