TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá VÍF aftaná 19-17 sigurin hjá VÍF ímóti oddaliðnum í FTZ deildini, H71.
Ingi Olsen heldur, at H71 fekk ongantíð veruliga fatur á VÍF. Hann fegnast um at hava vunnið ein tættan dyst, og hann heldur, at hansara menn duga veruliga væl at spæla tættar dystir.
Á minussíðuni heldur hann tó, at hansara menn brenna ov nógv, men hann staðfestir, at teir hava dirvið til at skjóta uppá mál aftur, hóast brendar málmøguleikar.
Ingi slær fast, at VÍF fer til Havnar at spælar klassikaran ímóti Kyndli sunnudagin við góðum treysti, og teir ætla sær bæði stigini aftur í tí dystinum.
Støðan í FTZ deildini =